Medisinsk útgerð
Vegleiðing
Framleiðarar, góðkend umboð, innflytarar, seljarar og serhandlar av medisinskari útgerð í Føroyum skulu skráseta seg hjá Landsapotekarinum. Handlar, ið smáselja útgerð, eru ikki fevndir av skrásetingarskylduni, uttan at teir eisini hava annan leiklut enn seljari. Hetta er eitt lógarkrav, og kann verða revsað við bót ella hægri revsing, um mann ikki fylgir lógini.
Her finnur tú eitt yvirlit yvir skrásettar aktørar innan medisinska útgerð í Føroyum.
Borgarar og avvarðandi kunnu sjálvboðið fráboða hendingar viðv. medisinskari útgerð. Við skráseting kunnu trupulleikar skjótari avmarkast og neyðugar rættleiðingar fremjast. Um borgari ella avvarðandi fráboðar, verður spurt, um Landsapotekarin kann seta seg í samband við viðkomandi. Kontakupplýsingar verða bert nýttar av Landsapotekarinum.
Lógarkrav er, at innflytarar, seljarar og framleiðarar av medisinskari útgerð ella medisinskari útgerð í in-vitro diagnostikki, ábyrgdarhavandi á sjúkrahúsi og løggild heilsustarvsfólk, herundir løggild heilsustarvsfólk, ið eru privat vinnurekandi uttanfyri heilsuverkið, og onnur, ið sum liður í teirra virksemi nýta medisinska útgerð ella medisinska útgerð í in-vitro diagnostikki, hava skyldu til alt fyri eitt at boða Landsapotekaranum frá feilum, lýtum ella øðrum veikleikum við hesi útgerð, umframt óneyvleikum í merking ella nýtsluleiðbeining, ið viðkomandi hevur kunnleika um, og sum kann føra ella kann hava ført við sær, at heilsustøðan hjá sjúklingi ella brúkara versnar munandi, ella at sjúklingur ella brúkari andast.